Innanlands

Útlendsk arbeiðsmegi: Skundskipan gera tað lættari

Landsstýrið arbeiðir við at gera avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina fast-track skipan, ið vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi.

Magnus Rasmussen, ið sum landsstýrismaður bæði umsitur umhvørvi og vinnu, brúkti í síni setanarrøðu á Vinnudegnum høvi til at bera fram fleiri boðskapir á báðum hesum týðandi økjunum. Her er hann stæddur í tí vakra grøna umhvørvinum í Norðurlandahúsinum. Mynd Jan Müller

Magnus Rasmussen, ið sum landsstýrismaður bæði umsitur umhvørvi og vinnu, brúkti í síni setanarrøðu á Vinnudegnum høvi til at bera fram fleiri boðskapir á báðum hesum týðandi økjunum. Her er hann stæddur í tí vakra grøna umhvørvinum í Norðurlandahúsinum. Mynd Jan Müller

2021-10-04 17:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var ein av høvuðsboðskapunum í setanarrøðuni, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, helt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Hvussu kunnu vit best loysa trupulleikan við manglandi arbeiðsmegini í Føroyum var eisini eitt av høvuðsmálunum, ið Vinnuhúsið eisini hevði valt at seta á breddan fyri ársins vinnudegi.

[object Object]

Og nýggi landsstýrismaðurin kom ikki tómhentur til hetta stóra og vælvitjaða tiltakið. Við sær hevði hann ein týðandi boðskap: nevniliga tann at landsstýrið arbeiðir við at fáa loyst ella í hvussu er bøtt munandi um truplu støðuna við manglandi arbeiðsmegi í Føroyum.

[object Object]

Við  hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið.

[object Object]

-Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi segði landsstýrismaðurin og helt fram:

-Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein munandi umsitingarlig broyting til tað betra. Málið er at fáa hesa skipan at virka, áðrenn árið er liðið.

[object Object]

Høvdingar hittast á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum, her tveir av alirisunum í Føroyum, Atli Gregersen og Regin Jacobsen. Mynd Jan Müller

Rembingar eftir korona

-Úti í heimi síggja vit rembingarnar eftir koronufarsóttina á ymiskan hátt. Skeiklaðar veitingarketur og  øktur flutningskostnaður eru eyðsýnd, men skjótt økjandi tørvurin á arbeiðsmegi tykist eisini taka meginpartin av vesturheiminum á bóli.

Vantandi arbeiðsmegi er eisini ein avbjóðing hjá okkum og tí kundi eg hugsað mær at brúkt seinastu løtuna til at umrøða hesa avbjóðingina.

Ikki tykkum at siga er tørvurin á arbeiðsmegi ein av størstu avbjóðingunum yvirhøvur, ikki bara í framtíðini, men beint her og nú.

Ferðin í føroyska búskapinum er stór, og tað vanta fólk innan flest øll samfelagsøki, bæði vinnugeirar og almennar tænastur. Tí er eisini skilligt, at strongt verður á myndugleikarnar at lætta um atgongdina fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Fyrsti fundurin eg hevði, eftir at eg tók við sum landsstýrismaður, var um útlendingaøkið og um mangulin upp á arbeiðsmegi. Síðani havi eg havt eina røð av fundum við arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg um málið.

Eg skilji væl tykkara ynski. Mangul upp á arbeiðsmegi avmarkar búskaparligan framburð. Tit fáa ikki veitt tær vørur og tænastur, sum eftirspurningur er eftir.

Hinvegin so vísa fakfeløgini á vandan fyri óskipaðum starvsviðurskiftum og fyri sosialari dumping.

[object Object]

Sera jaliga og lívsjáttandi  setanarrøðan hjá Magnusi Rasmussen var sera væl móttikin av stóru fjøldini í Norðurlandahúsinum og vóru tað mong, sum vildu hava orðið á nýggja landsstýrismannin í steðginum. Mynd Jan Müller

Røkist fyri munandi framstigi

-So her eru ymisk atlit at taka, og málið gerst ikki lættari av, at broytingar í útlendingalógini skulu ígjøgnum bæði løgtingið og fólkatingið, og tað kann taka drúgva tíð. Men samgongan hevur sett sær fyri, at vit skulu lætta um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi og gera mannagongdirnar smidligari – og her røkist fyri einum munandi framstigi:

Tað gleðir meg, at eg í dag kann boða frá, at eg í november fari at gera eina avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina sonevnda fast-track skipan, sum vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi. Í hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið. Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi.

Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein munandi umsitingarlig broyting til tað betra. Málið er at fáa hesa skipan at virka, áðrenn árið er liðið

[object Object]

Tveir ernir Formula-vinnarar av tiltakinum Ársins virki saman við stigtakarunum til Vinnudagin. Mynd Jan Müller

Skyldu at hyggja eftir okkara heimliga arbeiðsmarknaði

-Men – og tað eru eisini nøkur men.

Eg rokni ikki við, at øll avbjóðingin við tørvi á arbeiðsmegi kann ella skal loysast við útlendskari arbeiðsmegi. Vit bæði eiga og hava skyldu til eisini at hyggja eftir okkara heimliga arbeiðsmarknaði og seta okkum spurningin, hvørt tað eru skipanir og strukturar, sum eiga at verða øðrvísi settir saman.

Sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum fegnist eg um, at vinnutíttleikin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er hægri enn i øllum londum í Europa. Kortini eiga vit at tora at kjakast um, hvørt tað er rætt at binda stóra fjøld av arbeiðsmegi til arbeiðsgevarar, sum ikki kunnu bjóða starvsfólkunum nakað sum líkist fullari arbeiðsviku og um tað er rætt at skattastuðla føroyskari arbeiðsmegi fyri at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum. Spennandi og áhugavert verður at hoyra kjakið um slíkar spurningar seinni í dag.

[object Object]

Fyritøkan Thetis varð kosin at fáa Ársins átak. Mynd Jan Müller

Dagføra útlendingalóg um viðfylgjandi familju

-Umframt at gera sonevndu fast-track skipanina, so fari eg eisini at seta meg í samband við danska ráharran um at dagføra okkara útlendingalóg um viðfylgjandi familju. Støðan í dag er, at okkara lóggáva er linari enn eitt nú í Danmark, har ávís minstukrøv til inntøku verða kravd fyri at uppihalda eina familju. Her hugsi eg, at vit eiga at tryggja okkum, at fíggjarliga grundarlagið undir eini familju er nøktandi, áðrenn familjan flytir til Føroyar.

Vit hava í dag - frá almennari síðu - eina skipan, har vitjað verður á arbeiðspláss har útlendsk arbeiðsfólk eru. Endamálið er at tryggja, at útlendingar hava virðilig kor. Hetta er ikki tí, at ivast verður í hesum, men fyri at tryggja, at alt er sum tað eigur at vera.

Alt hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at allir partar skulu kenna seg tryggar – útlendski arbeiðarin, arbeiðsgevarin, ja vit sum samfelag eisini.

Ein útlendskur arbeiðari, sum kemur til Føroyar, er ikki bara arbeiðsmegi, men eisini eitt menniskja, ein starvsfelagi, ein sosial vera, sum skal loftast so ella so.

Avgerandi at útlendska arbeiðsmegin hevur tað gott

Eg veit, at nógv tykkara gera nógv fyri, at útlendsku arbeiðsfólkini hava tað gott. Tit hava stýr á øllum tí formliga, og tit bjóða útlendsku arbeiðsmegini málskeið og vegleiðing. Hetta er avgerandi neyðugt,  tí tað skulu ikki nógvar keðiligar søgur til, áðrenn spurnartekin fer at vera sett við, um tað nú var so snilt at lata so nógv upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Og tær søgurnar ynskja vit ikki at hoyra.

Tað er umráðandi, tit sum arbeiðsgevara taka ábyrgd, men tað er sanniliga umráðandi, at allir partar veruliga taka ábyrgd fyri útlendingunum, sum koma higar til lands at arbeiða.  Her eru avbjóðingar, men tær eru hóast alt munandi hugaligari, enn fólkafráflyting og arbeiðsloysi, og so eru avbjóðingarnar eisini til at loysa.

Føroyar gott samfelag at liva og virka í

-Vit eru heppin, tí Føroyar eru eitt burturúr gott samfelag at liva og virka í. Vit hava gott fólk, dugnaligar fyritøkur og eitt samfelag, sum yvirhøvur er væl skipað. Um vit øll taka ábyrgd, har vit eru sett at virka, møta avbjóðingunum við jaligum hugburði og mennandi loysnum, fer okkum framhaldandi at gangast væl, segði Magnus Rasmussen m.a., tá hann setti Vinnudagin.

[object Object]

Vinnudagurin endaði við pallborðsorðaskifti, sum snúði seg um manglandi arbeiðsmegina í Føroyum, har løgmaður var ein av luttakarunum. Mynd Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder