Føroyar eru eitt gott land at flyta til sum granskari og familja. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar, her eru nógvir samstarvsmøguleikar, og samfelagið er trygt og javnt og sum heild opið.
Tað vóru útlendskir granskarar á einum máli um, tá EURAXESS hósdagin 6. juni skipaði fyri pallborðsfundi um umstøður hjá útlendskum granskarum í Føroyum.
Fleiri viðurskifti eru tó, ið kundu verið lættari og betri. Granskarar úr londum uttanfyri norðurlond vístu á, at skipanin við arbeiðsloyvum er ov stirvin. Tað tekur drúgva tíð at fáa arbeiðsloyvi, og bíðitíðin er ótrygg og ørkymlandi fyri granskaran og familju hansara ella hennara.
Útlendsku granskararnir vístu eisini á, at tað er neyðugt at læra føroyskt fyri at kunna virka í samfelagnum, men undirvísingin, ið verður boðin, er alt ov avmarkað, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.
Samstarvsfelagar á granskingarstovnunum eru fyrikomandi og røsk at hjálpa, um útlendskir granskarar spyrja um upplýsingar, men tað er ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skalt spyrja, ella hvat ein skal spyrja um. Tað hevði verið ein góð hjálp, um ein starvsfelagi fekk ábyrgd av at vera leiðbeinari á arbeiðsplássinum í eina tíð og kundu hjálpt við kunning um øll formlig og praktisk viðurskifti og skyldur.
Eisini hildu granskararnir, at tørvur er á nógv meira almennari kunning á enskum á heimasíðunum hjá granskingarstovnunum.
Tað er stórur munur á avbjóðingunum hjá granskarunum, alt eftir um teir koma úr norðurlondum ella aðrastaðni og hvussu familjuviðurskifitni eru.
Sum heild er tørvur á betri kunning um praktisk viðurskifti á arbeiðsplássum, í skúlum, á dagstovnum og aðra staðni. Granskararnir vístu á, at í Føroyum er nógv undirskilt, sum við hvørt ger tað trupult at vita, hvat ein kann ella skal.
EURAXESS tænastan í Granskingarráðnum hevur sum endamál at kunna og leiðbeina granskarum, sum ynskja at flyta til Føroya, um øll hugsandi viðurskifti í sambandi við flytingina.
Pallborðsfundurin, ið EURAXESS skipaði fyri, varð hildin fyri innbodnum lyklastarvsfólki frá granskingarstovnunum, útlendskum granskarum og umboðum fyri Útlendingastovuna, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommunu. Á fundinum greiddu tríggir granskarar frá, hví tey eru komin til Føroya, hvussu skiftið hevur verið, hvussu tað er at arbeiða og búgva í Føroyum í mun til í øðrum londum, hvørjum forðingum tey hava møtt, og hvussu vit í Føroyum kunnu gera tað lættari at koma higar.
EURAXESS tænastan fer at fylgja fleiri av evnunum, sum vórðu reist á pallborðsfundinum, upp í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald