Innanlands

Útlendingar búsitandi á Suðuroynni fáa ókeypis undirvísing í føroyskum

Endamálið við undirvísingini er at læra at skilja føroyska samfelagið betur.

2019-01-23 11:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú veðrur skipað fyri føroyskari undirvísing fyri útlendingar í Suðuroynni. Undirvíst verður í føroyskum máli, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskiftum og rættindum og skyldum.

Endamálið við undirvísingini er at læra at skilja føroyska samfelagið betur, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Undirvísingin verður býtt upp í byrjanarstigi í føroyskum og víðarikomin.

Kommunan skrivar, at innleiðsludagur verður leygardagin 13.oktobur, og at tað hevur alstóran týdning fyri luttakararnar, at teir royna at møta upp til innleiðsludagin.

Les meira um undirvísingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder