Innanlands

Útnorður í einum nýggjum geopolitiskum veruleika

Veðurlagsbroytingarnar lata upp fyri nógvum nýggjum møguleikum, men geva eisini avbjóðingar, sigur Bjørt Samuelsen

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-31 13:51 Author image
Elisa Vang
placeholder

Útnorðurráðið skipaði í gjár fyri temafundi um støðuna hjá útnorðurlondunum (Føroyar, Grønland, Ísland) í einum broyttum geopolitiskum veruleika.

Sigurður Ingi Jóhannsson, íslendskur samstarvsráðharri, setti stevnuna, og á skránni vóru fyrilestrar og kjak.

- Endamálið var millum annað at seta fokus á, hvussu vit fóta okkum, og menna eina sterkari rødd í tí stórpolitisku telvingini um ræðisrættin í Arktiska økinum, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna, ið varð millum teirra, ið luttók í kjaki á ráðstevnuni, við Portalin.

- Vit eru smá lond, men eiga stór sjóøki og stóran part av tilfeinginum. Veðurlagsbroytingarnar lata upp fyri nógvum nýggjum møguleikum, men geva eisini avbjóðingar, sum vit best kunnu loysa saman. Tað er sera umráðandi at tryggja fólkinum í londum okkara rættin til tilfeingið, og at kunna liva og virka, uttan at verða tikin av ræði av stórmaktunum, sigur Bjørt Samuelsen.

Umrøtt varð millum annað møguleikar fyri samstarvi í mun til grøna orku, og avmarking av CO2-útláti. Vaksandi shippingvinnu á nýggju siglingarrutunum, og ferðavinnu - har neyðugt er at finna javnvág ímillum eina skjótt vaksandi vinnu og at verja náttúruna og fólkið á staðnum, so vit ikki verða kollrend.

- Temadagurin var eisini ætlaður at geva okkum politikarum meira vitan og íblástur til at styrkja samstarvið í útnorði, sigur Bjørt Samueslen.

Í Útnorðurráðnum sita seks tingfólk úr hvørjum av útnorðurlondunum, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Føroysku umboðini, sum eru við í Íslandi, eru Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen, Bjørt Samuelsen, Bill Justinussen, Magni Laksafoss og Janus Rein, ið luttók sum varamaður fyri Joen Magnus Rasmussen. Kári P. Højgaard er formaður í føroysku nevndni, og Jørgen Niclasen er næstformaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder