Innanlands

Útnorðurráðið ráðstevnu um veðurlagspolitikk mikudagin

Ráðstevnan verður á Akureyri, og á skránni verða m.a. framløgur frá Hjálmar Hátún, havfrøðingi, Magnus Rasmussen, landsstýrismanni, og Johannes Jensen, nevndarlimi úr Burðardyggum vinnulívi

Limir í Útnorðurráðnum á ársfundi í Nuuk í oktober 2019 (Savnsmynd)

Limir í Útnorðurráðnum á ársfundi í Nuuk í oktober 2019 (Savnsmynd)

2022-01-24 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 26. januar verður ráðstevnan hjá Útnorðurráðnum um veðurlagspolitikk og skiftið til grøna orku. Ráðstevnan verður hildin á Akureyri í Íslandi.

Vegna koronu og galdandi tiltøk í Íslandi, verður talan fyrst og fremst um eina talgilda ráðstevnu, skrivar Útnorðurráðið í tíðindaskrivi.

Tey, sum hava framløgur á degnum vera tó á staðnum. Millum tey eru Hjálmar Hátún, havfrøðingur frá Havstovuni, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, og Johannes Jensen, nevndarlimur í Burðardyggum vinnulívi.

Øll skráin fyri ráðstevnuna sæst her.

Føroysku limirnir í Útnorðurráðnum eru Edva Jacobsen, Henrik Old, Heðin Zachariasen, Steffan Klein Poulsen, Høgni Hoydal, og Ruth Vang.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder