Komandi tveir dagarnar er javnstøða millum kynini á breddanum í høvuðsstaðnum.
Í morgin, týsdagin 11. juni verður skipað fyri Barbershop tiltaki í Öström. Tiltakið ber heitið: ”Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini”, og endamálið er at eggja monnum og dreingjum at vera við til at fáa javnvág í millum kynini.
Amerikanski granskarin og fyrilestrahaldarin, Gary Barker, fer at leiða tiltakið, sum byrjar klokkan 13, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður setir dagin. Fleiri framløgur eru á skránni, umframt bólkakjak og sofaprát.
Mikumorgunin 12. juni kl. 8 heldur ráðstevnan fram í Smæruni undir heitinum ”Javnrættindi millum kynini við hús og á arbeiðsplássinum”. Har fara fyrilestrahaldarar úr Íslandi, Litava og Føroyum fara at leggja fram granskingarúrslit og góðar royndir at fáa betri úrslit við at leggja dent á javnstøðu, bæði á arbeiðsplássum og við hús.
Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald