Í gjárkvøldið nakað eftir klokkan hálvgum níggju varð boðað frá, at ein útróðrarbátur hevði siglt á land við Sjeyndir, vestanfyri Stakkin.
Ein maður var einsamallur umborð á bátinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Boð vórðu send eftir Rescue Vón, men tað var so ókyrt, at Vón slapp ikki til bátin. Tí varð bjargingartyrla send eftir manninum.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið fyri at binda um heilan fingur. Eisini varð kannað, um maðurin var rúsdrekkaávirkaður, men tað var hann ikki, so tað var ikki tað, sum var orsøkin til, at báturin sigldi á land. Hvør orsøkin so er, veit løgreglan ikki at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald