
Hetta segði Jón Sigurdsson, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum, tá hann beyð vælkomin til Vinnudagin í Norðurlandahýsinum fríggjadagin. -Uttan innovatión, ongar nýggjar vørur. Uttan innovatión, ongar nýggjar vinnur. Og uttan innovatión, eingin framgongd og framburður. Í grundini er innovatión støðið undir nærum øllum, vit í dag gera segði hann. (Innovatión: nýmenning nýhugsan, endurnýggjan, broyting, skifti, nýskapan sambært Sprotanum,blaðm.)
-Vit kunnu øll tosa um innovatión. Vit kunnu skriva strategiir, gera ætlanir og halda fundir, men innovatión kemur ikki av sær sjálvum og als ikki av orðum eina. Hon kemur, tá ið vit hava vilja og dirvi at gera nakað nýtt og annaðleiðis ella øðrvísi.
Tað er tann sama hugsanin, sum kemur til sjóndar, tá ið vit hoyra orðatakið “Hann, ið einki vágar, hann einki vinnur.” Og Jón Sigurdsson helt fram:
“Vit fara at broyta heimin við fiskaskræðu”.
Orðini eigur Fertram Sigurjonsson, stjóri í íslendsku fyritøkuni Kerecis. Søgan um Kerecis er ein sólskinssøga. Fyritøkan kom undan kavi í fiskivinnubygdini Ísafirði í 2009, um sama mundið Ísland var í fríum falli, og fíggjarkreppan veruliga tók dik á seg.
Meðan fíggjarkreppan tók fleiri fyritøkur og vinnur av fótum, noyddi hon fólk og fyritøkur at hugsa øðrvísi. Hon noyddi tey at arbeiða við innovatión fyri at menna nýggjar vinnuvegir og víðkað tilverugrundarlagið og við at menna nýggjar vørur og tænastur.
“Neyð lærir nakna kvinnu at spinna”, verður sagt.
Latið okkum tó ikki koma í ta støðu, men heldur miðvíst og tilvita menna vørur, tænastur og mannagongdir.
Søgan um Kerecis fortelur okkum, at tað ber til at fáa meira virði burturúr tí tilfeingi, vit longu hava. Kerecis mennir og ger millum annað kunstiga húð úr fiskaskræðu, og fyritøkan hevur fingið alskyns heiðrar fyri innovativa menningararbeiðið.
Í 2023 keypti Coloplast Kerecis fyri umleið 9 milliardir krónur.
Men hví er søgan um Kerecis viðkomandi?
Tað er hon, tí hon vísir okkum, at hugflog og innovatión kunnu gerast lykilin til nakað størri – eisini í Føroyum. Vit kunnu seta okkum sjálvi spurningin:
Virðismeta vit innovatión nóg nógv, og arbeiða vit nóg miðvíst við innovatión og menning ? Er innovatión ein neyðugleiki ella bara ein møguleiki fyri okkum?
Í einum lítlum samfelag sum okkara ber ofta til at royna nýggj hugskot skjótari og smidligari enn í størri samfeløgum, og at gagnnýta stuttu tilgongdina og gera broytingar, sum merkjast beinanvegin.
Sum vit ofta taka til “Tú kemur ongan veg í tómgongd”.
Av royndum veit eg, at tað kennist kanska lætt at fara í gongd, hugskotini streyma inn, og alt tykist bera til. Men skjótt upplivir tú eisini mótgongd og mótburð, sum í ringasta føri kann steðga innovativu átøkunum.
Kortini eru tað júst hesar royndirnar, sum læra teg at halda á og at leita víðari, til tú finnur røttu loysnina. Løtan kemur, tá ið tú finnur hugskotið, sum hevur eitt virði - eisini fyri onnur.
Í Føroyum hava vit tørv á innovatión á so nógvum økjum, bæði í vinnuliga og almenna geiranum. Í vinnulívinum hava fyritøkur ment framkomna tøkni og loysnir til tað almenna, vinnuna og privata húsarhaldið.
Á bústaðarmarknaðinum eru stórar avbjóðingar at fáa nóg mikið av hóskandi bústøðum. Her krevst eisini innovatión, bæði í útbyggingum, fígging og skipan av loysnum til allar samfelagsbólkar og til ein kostnað, sum fólk kunnu gjalda.
Í dag eru vit savnað fyri at fáa íblástur frá framløgum í salinum og netverkan í steðgunum. Felagsnevnarin og reyði tráðurin á degnum er innovatión. Hvussu innovatión er drívmegin til at síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Vit fara at hoyra, hvussu innovatión ikki bara snýr seg um vørur og tøkni, men eisini um fólk og samfelagsmenning. Hvussu vit samskifta og samstarva betri.
Vit fara at hoyra klassisku innovatiónssøguna, og vit fara at seta sjóneykuna á karmarnar, og hvussu vit tilvitað kunnu víðka og menna teir.
Latið okkum tí brúka dagin til íblástur, men eisini til at hugsa: Hvussu kunnu vit hvør í sínum lag – og saman – gera Føroyar til eitt minni stirviðog meira innovativt og virðisskapandi samfelag, har rúm er fyri øllum, og har øll hava sín virkna lut segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag m.a., tá hann lat dyrnar upp fyri Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum setti Vinnudagin 2025
Simolatordepilin hjá Atlantic Airways gjørdist ársins átak 2025
Poul Hansen heilsøla ársins virki 2025
Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald