Sum væntað fekk løgmaður spurning um Huawei-málið í tinginum í dag, har ófráboðaðir spurningar vóru á skránni.
Men løgmaður kom ikki við nýggjum upplýsingum uttan eini fráboðan um, at løgtingsins uttanlandsnevnd seinni í dag før eina kunning – í trúnaði – um hvat fór fram á nógv umtalaða fundinum millum løgmann og kinverska sendiharran til Danmarkar í farna mánaði.
Tað var Høgni Hoydal, sum setti løgmanni spurningin, nú Føroyar verða kroystar av stórveldum við áhugamálum á okkara leiðum. Hann var mest áhugaður í at hoyra um danska leiklutin í hesum máli. Um danir eru ráðførdir, nú danskir miðlar vísa á, at málið eisini kann vera ein trupulleiki fyri Danmark.
Bárður á Steig Nielsen vísti aftur, at talan skal vera um danska uppíblanding.
Men hann váttaði, at danskir myndugleikar vórðu bidnir um at koma við ráðum í spurninginum um at seta fútabann móti at upplýsingarnir, sum kringvarpið – á ”óetiskan hátt” – hevði fingið fatur á, vórðu latnir víðari.
Og landsstýrið fekk viðhald í ætlanini um at biða um fútabann, segði løgmaður, sum annars ikki vildi koma inn á innihaldið.
Men hann heitti á løgtingið um at virða ynskið um at lata vera við at fara út í almenningin við upplýsingum, sum verða givnir í trúnaði.
- Hetta er skaðiligt fyri okkara trúðvirði, og kann vera viðvirkandi til at forða okkum í at fáa gjørt avtalur við onnur lond, segði løgmaður, ið harmast um, at Kringvarp Føroya ikki vildi virða hesi ynski.
Leikluturin hjá Kringvarpinum varð loftaður av fleiri tinglimum.
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum harmaðist yvir, at ein stovnur hjá tí almenna hevur likið upplýsingarnar til danskar fjølmiðlar, so at innanhýsis føroysk viðurskifti nú verða viðgjørd úti á berajólum í Danmark.
- Vit eiga at seta kringvarpinum nakrar alvorligar spurningar í hesum sambandi. Slíkt átti ikki at komið fyri, helt Jákup Mikkelsen.
Bill Justinussen úr Miðflokkinum helt, at almennu føroyar eiga at taka stig mótvegis miðlinum, sum hevur latið fútabannaðar upplýsingar víðari.
Hetta fekk andstøðutinglimir at undra seg yvir, at tingfólk nú halda, at kringvarpið er vorðið ein stórri hóttan móti Føroyum enn kinesarar eru.
Sambært heimasíðu Løgtingsins koma løgmaður og landsstýrismaðurin við uttanríkismálum á fund í uttanlandsnevndini seinnapartin klokkan 17.10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald