Í februar lýsti Uttanríkis- og mentamálaráðið við, at søkjast kundi um stuðul til mentanarlig tiltøk, til myndlist og barna- og ungdómsarbeiði.
Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og myndlist var úti 15. mars, men allur stuðulin til myndlist varð ikki lutaður út, og tí verður aftur lýst við stuðlinum.
Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð.
Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, sum eru á eini listarligari yrkisleið, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Játtanin er 150.000 krónur, og av hesum eru 114.000 krónur tøkar at søkja í hesum eyka umfari.
Nýggja freistin at søkja er 17. mai.
Enn ber eisini til at søkja stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Har er freistin 15. apríl.
Tað er tann upphæddin, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum,sum verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.
Játtanin, sum er 15 prosent av veddingarpengunum, verður kunngjørd í apríl/mai. Upphæddin hevur seinastu árini ligið um tvær mió. krónur.
Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Dagførd kl. 13.23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald