Mentan

Uttanríkis- og mentamálaráðið: Nú kann søkjast um stuðul til mentan og list

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og stuðul til myndlistafólk er 15. mars, meðan freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði er 15. apríl

Mynd: ummr.fo

Mynd: ummr.fo

2021-02-07 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði, og nú ber til at søkja, boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá.

Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg. Játtanin er 1.120.000 krónur.

Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð. Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, sum eru á eini listarligari yrkisleið. Hendan játtanin er 150.000 krónur.

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk ella stuðul til myndlistafólk er 15. mars.

Tann upphæddin, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.

Játtanin, sum er 15 prosent av veddingarpengunum, verður kunngjørd í apríl/mai. Seinastu árini hevur upphæddin ligið um tvær mió. krónur. Freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði er 15. apríl.

Umsóknarbløð og vegleiðingar hesum viðvíkjandi eru at finna á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder