Uttanlands

Uttanríkismálaráðharrar hittust í Norðurkorea

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov og norðurkoreanski uttanríkismálaráðharrin, Choe Son-hui umrøddu m.a. støðuna í Ukraina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-12 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hittust uttanríkisráðharrarnar úr Russlandi og Norðurkorea í norðurkoreanska býnum Wonsan.

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov segði, at hann og norðurkoreanski uttanríkismálaráðharrin, Choe Son-hui umrøddu støðuna í Ukraina.

– Koreansku vinir okkara váttaðu teirra treytaleysa stuðul í mun til at náa okkara málum við serligu hernaðaratgerðini og í mun til leiðsluna og herin hjá Russlandi, sigur Lavrov sambært Ritzau.

Orðingin "serlig hernaðaratgerð" er ofta brúkt av russiskum myndugleikum um kríggið í Ukraina.

Norðurkorea hevur áður sent herfólk at hjálpa russum í stríðnum móti Ukraina, og sambært m.a. suðurkoreanskum fregnartænastum er ætlanin at senda 10.000 norðurkoreansk herfólk afturat, umframt at Norðurkorea fer at senda fólk at hjálpa við enduruppbyggingini í russiska Kursk-landslutinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder