- Fólkaskúlalógin sigur týðiliga, at næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 24 næmingar, og sjálvandi eigur ein lóg at verða hildin. At hava knappar 30 flokkar, har næmingatalið fer upp um 24, kann valla kallast at halda lógina. Kanska heldur tvørturímóti.
Soleiðis skivar Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
Hetta er í samband við, at fleiri flokkar hava yvir 24 næmingar, at fleiri eru ávegis, og at fyrispurningur er komin um støðuna á tingi.
- Tað er øllum kunnugt, at í veruleikanum verða tímar ikki játtaðir til ein flokk aftrat, fyrr enn talið fer upp um 26 næmingar. Í yvirlitinum yvir fyribils næmingatøl fyri skúlaárið 2023/2024, sum stendur á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, sæst eisini, at komandi skúlaár fara fleiri skúlar at hava flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24.
Herfyri setti tingmaðurin Magnus Rasmussen landsstýrismanninum í skúlamálum spurning um mest loyvda næmingatal í flokkum í fólkaskúlanum. Hetta tí § 20 í fólkaskúlalógini ásetur, at næmingatalið við skúlaársbyrjan vanliga ikki eigur ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki.
Tingmaðurin spurdi, um landstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, hevur góðtikið, at næmingatalið fer uppum 24 næmingar. Í svarinum stóð millum annað soleiðis:
- Orðingin í grein 20 í fólkaskúlalógini “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum” hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið hægri enn 24.
Hvør tað so er, sum ger av, at tað á hvørjum ári eru fleiri næmingar enn 24 í hvørjum flokki, spyr Tórhallur við Gil, nú tað næsta skúlaár táttar í 30 flokkar, har næmingatalið er hægri enn 24 í hvørjum flokki.
Landstýrismaðurin hyggur saman við skúlunum og fyrisitingini nærri eftir viðurskiftinum varð eisini staðfest í svarinum í síðsta mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald