2024-08-07 12:01
39 ára gamal póllendingur er í býarrættinum í Keypmannahavn, dømdur sekur í at hava framt harðskap móti danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen.
Fyri tað fær hann fýra mánaðar fongsulsrevsing, og hann verður útvístur av landinum. Harumframt fær hann innferðarforboð í seks ár.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Álopið var 7. juni á Kultorvet í Keypmannahavn. Mette Frederiksen var sligin, men fekk ikki mein av hendingini.
Umframt fyri at sláa forsætisráðharran, er maðurin eisini dømdur fyri ósømiligan atburð móti ungum kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald