Innanlands

Væl eydnaður borgarafundur um bátahyl

Longu í 80'unum varð tosað um at gera bátahyl millum Hamranes og Bíargarð

Mynd: Hvalbiar kommuna

Mynd: Hvalbiar kommuna

2019-05-07 19:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

6. mai varð skipað fyri borgarafundi í Hvalbiar skúla í sambandi við, at Hvalbiar Kommuna arbeiðir við at gera nýggjan bátahyl.

Ætlanin at gera bátahyl millum Hamranes og Bíargarð, er ikki nýggj. Longu í ’80unum varð tosað um at gera bátahyl.

Nógv hevur verið tosað og kannað hesum viðvíkjandi, men nú er tíðin komin til at fara víðari við ætlanini.

Í sambandi við, at farið verður undir at gera nýggjan Hvalbiartunnil, er avtala gjørd við Landsverk um grót.

Fyri at hoyra meiningar frá borgarum og bátaeigarum um ætlanina, varð skipað fyri borgarafundi í gjárkvøldið 6. mai.

Umleið 100 fólk møttu á fundinum. Borgarstjórin, Janus Thomsen – forkvinnan í Vega- og havnanevndini, Gunnhild Mortensen og Jan Odmarsson frá LBF greiddu frá ætlanini.

Gjørdar eru ymiskar kanningar, men bæði bygdarráðið og fundarfólkið eru mest fyri loysnini, sum víst er niðanfyri.

[object Object]

Eisini hevur BioFar gjørt kanningar av botnviðurskiftunum. Onki er, sum forðar fyri at gera bátahyl á økinum.

Upptøkurnar av botninum kunnu síggjast her

Nú verður farið víðari at projektera, so klárt er at taka ímóti gróti, tá arbeiðið við tunlinum byrjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder