- Fundurin við Xi var frálíkur og nógvar avgerðir vórðu tiknar.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, við journalistar í forsetaflogfar Air Force One eftir toppfundin millum amerikanska og kinesiska forsetan í nátt.
Tollkríggj og geopolitikkur stóð á dagsskránni, tá Donald Trump og Xi Jinping hittust í Suðurkorea.
Fundurin endaði um fýra tíðina í nátt okkara tíð.
Sambært amerikanska forsetanum skulu amerikansku tollsatsirnir á kinesiskum vørum lækkast úr 57 prosentum niður í 47 prosent.
Partarnir samdust eisini um, at Kina skal virka harðari fyri at minka tollin á fentanyl-vørum úr 20 til 10 prosent, sambært Trump, skrivar NRK.
- Málið er eitt handilssamstarv millum Kina og USA, har londini ikki revsa hvørt annað, segði Xi eftir fundin við Trump.
Tá toppfundurin endaði, settu forsetarnir seg hvør í sínum lagið í sínar bilar uttanfyri, uttan at koma við viðmerkingum til fjølmiðlarnar.
Trump koyrdi til forsetaflogfarið Air Force One. Hann er nú á veg heimaftur til USA eftir fleiri dagar á vitjan í Asia.
Xi forseti fer væntandi at hava fleiri samrøður í Gyengjou undir toppfundinum í APEC-felagsskapinum fyri lond í Asia og Kyrrahavsøkinum, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald