Í gjár var Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Hetta var 10. ferð, at starvssøkjandi og arbeiðsgevarar kundu nýta høvi at hittast til prát um møguligt samstarv.
Tórshavnar kommuna var eisini umboðað sum høvuðsstuðul, og borgarstjóri Annika Olsen, helt setanarrøðana fyri Jobmatch.
61 fyritøkur og stovnar høvdu meldað seg til tiltakið, eitt tal, ið er støðugt vaksandi. 54 fyritøkur vóru tilmeldaðar í fjør, men heldur fleiri høvdu bókað prát undan tiltakinum enn í ár, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sína.
Onkrar broytingar eru gjørdar frá í fjør, ið hava verið til tað betra. Veggurin millum Kringluna og Høllina var tikin burtur, sum gjørdi stóru høllina nakað luftigari.
Enn er ikki greitt, hvussu stórt talið av vitjandi var í ár, men ein javnur streymur av vitjandi var gjøgnum dagin, ið vardi frá klokkan 13 til 19.
Næsta Jobmatch verður um somu tíð næsta ár, og fleiri enn 30 fyritøkur hava longu nú meldað seg til.
Les røðuna hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, her.
Til ber at síggja myndir frá tiltakinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald