Innanlands

Væleydnað trygdarvenjing um borð á Teistanum

At hava trygdarvenjingar er ein náttúrligur og kravdur partur av at reka ferðamannaskip

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-02-11 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hósdagin í farnu viku varð skipað fyri trygdarvenjing um borð á Teistanum.

At hava trygdarvenjingar er ein náttúrligur og kravdur partur av at reka ferðamannaskip, og vera hesar gjørdar regluliga.

Tað er sera umráðandi fyri trygdina um borð, at manningarnar fáa neyðugu umstøðurnar og tíð til at gera kravdu venjingarnar í, skrivar SSL á heimasíðuni.

Fyri at minka mest møguligt um avlýsingar vegna trygdarvenjingar, varð avgjørt at kalla báðar manningarnar, sum skiftast um at sigla við Teistanum, inn soleiðis at allir kundu luttaka í venjingini samstundis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder