Nýggja vælferðarlógin, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur lagt fyri løgtingið, fer m.a. at gera tað møguligt hjá avvarðandi at álvarsligum sjúkum at verða heima hjá teimum í eina tíð, og fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku upp til 25.000 kr. um mánaðin.
Talan er um bráðfeingis støður, tá fólk yngri enn 67 ár – antin við seinheilaskaða, ella sum eru doyggjandi, sum ynskja at verða heima í tryggum og heimligum umhvørvi seinastu tíðina. Nýggja lógin fer at gera tað møguligt hjá avvarðandi at fara úr arbeiði og heim at ansa eitt nú sjúkum maka í eitt styttri tíðarskeið.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ásannar, at hóast tað eisini aðrir bólkar, sum kunnu hava tørv á hesi skipanini, so verður hesin møguleiki ein góð hjálp hjá teimum familjum, sum koma í hesa truplu støðu. Skipanin er ein byrjan, og til ber at útbyggja hana seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald