Áhugin fyri føroysku klæðunum er stórur og vaksandi. Tað merkja tey, sum undirvísa í ymsum handarbeiði á Tórshavnar Kvøldskúla.
Eitt nú er tað áhugin fyri at læra at brodera og á ymsan kreativan hátt at virka til føroysku klæðini, sum er sera stórur, sigur Eydna Dalsgaard, sum í nógv ár hevur undirvíst í handarbeiði á kvøldskúlanum.
Talan er um føroysk klæði til bæði kvinnur og menn.
- Tað verður næstan ikki gjørt annað. Serliga vælumtókt er tað at evna vestar, stykki og turrikløð til føroysku klæðini. Og virka hosubond, sigur hon sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Tað er breiður, fólksligur áhugi og eftirspurningur eftir skeiðum í handarbeiði. Men hví áhugin fyri føroysku klæðunum er so stórur júst nú, veit Eydna Dalsgaard ikki. Helst er tað rákið í tíðini, sigur hon.
- Føroysku klæðini eru modernað og uppi í tíðini. Tað er móti. Tað sæst t.d, tá ið skúlar eru lidnir og studentar fáa prógv. Tað er reglan heldur enn undantakið at vera í føroyskum klæðum, sigur Eydna Dalsgaard.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald