Uttanlands

Vænta at hitamet verður sett í Fraklandi í dag

Ógvuslig hitabylgja herjar í Evropa hesa vikuna

Fólk køldu seg av í einum gosbrunni í italska býnum Milano í gjár (Mynd: EPA)

Fólk køldu seg av í einum gosbrunni í italska býnum Milano í gjár (Mynd: EPA)

2019-06-28 07:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur møguleiki er fyri, at mesti hiti nakrantíð skrásettur í Fraklandi verður máldur í dag. Veðurfrøðingar meta, at hitabylgjan, sum herjar Evropa hesa vikuna, kann føra við sær, at tað verða máld fleiri hitastig, enn tey 44,1 stigini, sum vórðu skrásett undir hitabylgjuni í Fraklandi í 2003, tá fleiri túsund fólk lótu lív, skrivar BBC.

Franska veðurstøðan hevur tí sent út ávaringar sum merkir, at fýra landslutir í sunnara parti av landslutinum eru í ovastu tilbúgving.

Stórur partur av Evropa upplivir óvanliga nógvan hita í løtuni. Týskland, Frakland, Poland og Kekkia hava øll nátt hægsta hita fyri juni mánaða nakrantíð, og í Katalonia í Spania stríðast sløkkiliðsfólk við ógvuligastu náttúrueldsbrunarnar í 20 ár.

Orsøkin er, siga veðurfrøðingar, heit luft úr Afrika, sum streymar inn yvir økið, væl hjálpt av einum hátrýsti yvir Miðevropa og illveðri í Atlantshavinum.

Í suðurfronsku økjunum Gard, Vaucluse, Herault og Bouches-du-Rhone verður roknað við hita millum 42 og 45 stig í dag.

Fleiri skúlar hava tí stongt í økinum í dag. Franski heilsumálaráðharrin, Agnès Buzyn, hevur ávarað fólk um at vera varin, eitt nú við at lata børn sita í bilum og fara út at renna meðan sólin stendur hægst. 

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder