Ein grindabólkur legði beinini á sandinum í Sandavági í morgun. Tá grindin lá deyð á sandinum varð mett, at talan var um 80-100 hval. Men nú verður mett, at talan nokk ikki var um meir enn áleið 70 hval, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
- Tá hvalirnir lógu á bryggjuni í Miðvági varð mett, at hon var eitt sindur minni enn fyrst mett. Talan er um eini 70 hvalir, sigur sýslumaðurin.
Vænta verður, at seðlarnir koma út klokkan 17, men trupulleikar við einum kranabili kann geva føra til at tað verður eitt sindur seinni.
- Har eru trupulleikar við at ein slanga brast á einum kranabili. Teir royna at fáa ordan í, so at seðlarnir koma út um 17 tíðina.
Finnbogi Midjord sigur, at grindin verður býtt upp í drápspartar, og allarhelst eisini í heimapartar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald