Uttanlands

Vænta at Trump eisini kemur til Russlands

Um russiski leiðarin fer til USA, so vænta vit, at amerikanski leiðarin vitjar Russland afturfyri, sigur serligt sendifólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum í sambandi við fundin, sum verður millum Donald Trump og Valdimir Putin í kvøld

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-08-15 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld hittast amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin í amerikanska statinum Alaska, og russar vænta, at Trump kemur at vitja Putin í Russlandi eftir fundin.

Tað sigur Rodion Mirosjnik, serligt sendifólk fyri russiska uttanríkismálaráðið.

– Um russiski leiðarin fer til USA, so vænta vit, at amerikanski leiðarin vitjar Russland afturfyri, sigur Mirosjnik.

Tað undirstrikar menningina av sambandinum millum Russlan og USA, og at tað ikki bert snýr seg um Ukraina, verður lagt afturat sambært Ritzau.

Eftir ætlan verður fundurin klokkan 20 í kvøld okkara tíð. Fundurin verður í býnum Anchorage í statinum Alaska, sum var russiskt øki fram til 1867, tá Russland seldi tað til USA.

Les eisini: Trump og Putin hittast í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder