Innanlands

Vænta ikki val nú

Politiskir eygleiðarar vænta ikki at løgmaður útskrivar val enn. Javnaðarflokkurin hevur brúk fyri tíð at flyta seg úr trupulleikunum

Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen (Mynd: Dagur & vika)

Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen (Mynd: Dagur & vika)

2019-01-23 06:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv hevur verið tosað um løgmaður fer at skriva val út nú nakað skjótt ella um samgongan fer at sita valskeiðið út.

Men teir báðir Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen vóru í Degi & viku í gjárkvøldið, og greinaðu politisku støðuna. Teir rokna ikki við, at val verður útskrivað nú.

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 1. september.

- Javnaðarflokkurin hevur brúk fyri tíð at flyta seg burtur frá hesum trupulleikunum, sum hava verið. Tí trúgvi eg, at løgmaður fer at brúka tíð uppá, at klára hetta tíðarskeiðið, segði Heðin Zachariassen.

- Eg trúgvi heldur ikki at valið verður útskrivað nú. Javnaðarflokkurin hevur betalt eitt prís, og man hevur fingið gjørt eina upprudding í politisku skipanini, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður.

Hann heldur, at uppgávan hjá sitandi samgongu nú verður hvussu vit skipa slíkar byggiverkætlanir frameftir. Hann vísir á útbyggingina á Landssjúkrahúsinum, sum er í gongd í løtuni, og heldur at man eigur at tryggja sær, at alt er í ordan har.

- Samgongan hevur brúk fyri so nógvari tíð, sum tey kunnu keypa sær, og tí vænti eg, at samgongan fer at sita nærum alt valskeiðið út, segði Jóannes Eidesgaard.

Síggj alla greiningina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder