Uttanlands

Vænta ógvusliga ódn í Hong Kong

Tropiska mekduródnin Ragasa rakar væntandi milliónabýin einaferð í annaðkvøld

Ódnin Ragasa herjaði á Filipsoyggjum í dag. Myndin er frá høvuðsstaðnum Manilla, har tey upplivdu ógvusligt regn (Mynd: EPA)

Ódnin Ragasa herjaði á Filipsoyggjum í dag. Myndin er frá høvuðsstaðnum Manilla, har tey upplivdu ógvusligt regn (Mynd: EPA)

2025-09-22 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Hongkong fyrireika tey seg í løtuni til at taka ímóti sterkastu ódnini, sum heimurin hevur upplivað higartil í ár.

Tað er tropiska ódnin Ragasa, sum í dag rakti tær norðrastu Filimsoyggjarnar, har fleiri túsund fólk eru rýmd og skúlar eru stongdir. Eisini í Taivan, ið liggur í útjaðaranum av ódnini, fyrireikaðu tey seg í dag til stórar aldur og ógvusligt regn.

Enn eru ongi boð komin um fólk, sum eru deyð í ódnini á Filipsoyggjum, men við so ógvusligum hvirlum, so er ongin ivi um, at oyðileggingarnar eftir Ragasa verða stórar, skrivar dr.dk.

Veðurtænastan í Hongkong – Hong Kong Observatory – kallar ódning fyri eina 'supertyfon'. Og hon rakar stórbýin á kinesisku suðurstrondini einaferð í annaðkvøld.

Longu nú er boðað frá, at altjóða flogvøllurin í Hongkong, sum í síðsta mánaði hevði  næstan 6 milliónir ferðandi, verður stongdur í 36 tímar, meðan ódnin fer at herja.

[object Object]Soleiðis sær Ragasa út á windy.com

Reuters skrivar, at fólk í Hongkong longu eru farin at keypa inn undir seg í matvøruhandlunum av ótta fyri, at alt verður stongt, meðan Ragasa herjar. Mjólkin er longu útseld, og handlarnir hava selt trífalt so nógv av grønmeti enn vanligt.

Veðurtænastan í Hongkong væntar, at hvirlurnar verða so harðar, at tær verða meira enn tað tvífalda av vanligari ódnarstyrki. Tí er vandi fyri, at rútar kunnu bresta og at elmastrar og trø fara um koll. Og so verður roknað við, at flóðin verður so høg at hon er tveir metrar hægri enn vanligt, í støðum upp í fimm metrar yvir tað vanliga.

Tann sterkasta higartil í ár

Kanadiski veðurmiðilin, The Weather Network, hevur roknað seg fram til, at Ragasa er tann sterkasta ódnan á jørðini higartil í ár. Og er harvið av somu stødd, sum nakrar av teimum ógvusligastu ódnunum í kategori 5, sum hava rakað flógva- og eysturstrendurnar í USA.

Ragasa uppstóð í vestara Kyrrahavi, og hevur førkað seg inn yvir norðrastu Filipsoyggjarnar og liggur nú í Suðurkinesiska havinum. Vindferðin í ódnini liggur um 75 metrar um sekundið.

Veðurtænastan í Hongkong metir, at Ragasa hevur styrki sum ein supertyfon líka til hon rakar strondina beint sunnan fyri milliónabýin. Júst nú verður væntað, at hon rakar land við kinesiska strandabýin, Yangjiang, sum liggur umleið 230 kilometrar frá Hongkong.

Í dag liggur Ragasa umleið 700 kilometrar frá Hongkong, og fer væntandi at gera sína ávirkan á býin frá í morgin einaferð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder