
Pealestinska hernaðarrørslan Hamas hevur givið meklarum í Katar og Egyptalandi eitt jaligt svar til amerikanska uppskotið um vápnahvíld í Gaza, upplýsir Hamas sambært fleiri tíðindastovum.
Mikudagin boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at Ísrael hevði góðtikið fleiri av treytunum í avtaluuppskotinum, og kundu meklarar leggja síðstu hond á uppskotið til eina nýggja vápnahvíld, sum eftir ætlan skal vara í 60 dagar.
– Eg vóni, fyri tey í Miðeystri, at Hamas sigur ja til hesa avtaluna, tí hon verður ikki betri - hon verður bert verri, skrivaði amerikanski forsetin á Truth Social.
Sambært einum dulnevndum palestinskum embætisfólki, er svarið hjá Hamas jaligt, og heldur hann, at tað kann viðvirka til, at ein avtala verður gjørd.
Sambært Ritzau hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu tó ikki váttað, at Ísrael hevur góðtikið treytirnar í uppskotinum.
Netanyahu til USA
Amerikanski forsetin sigur seg fegnast um jaliga svarið hjá Hamas.
– Tað er gott. Eg eri ikki kunnaður um tað. Vit skulu hava ein enda á hesum. Vit noyðast at gera nakað við Gaza, segði hann við journalistar á amerikanska forsetaflogfarinum Air Force One í morgun.
Hann legði afturat, at hann er sera bjartskygdur, og at ein avtala kann verða gjørd í komandi viku, tó uttan at greiða nærri frá.
Ísraelski forsætisráðharrin væntast, sambært Times of Israel, at vitja amerikanska forsetan í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C. mánadagin. Har skulu teir báðir umrøða støðuna í Gaza, men hetta er ikki váttað av almennum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald