2019-01-06 13:05
Vága Floghavn setti ferðafólkmet í 2018, tá næstan 377.813 fólk ferðaðust um flogvøllin.
Talið er 10,7% størri enn í 2017, tá 341.388 fólk ferðaðust um flogvøllin, veit Kringvarpið at siga.
Flogvøllurin hevur sæð eina stóra øking í talinum av ferðafólki hvørt ár seinastu árini, men økingin í fjør var ikki eins stórur sum undanfarnu árini.
At SAS nú eisini flýgur til Føroyar hevur havt stóra ávirkan á økta ferðafólkatalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald