Innanlands

Vágs kommuna fekk 18,7% meiri inn í skatti í januar 2019

Tað er kanska serliga Bakkafrost, sum hevur havt stóra ávirkan

2019-02-04 11:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Økta virksemi í Suðuroynni hevur seinastu mánaðirnar ført við sær øktar skattainntøkur og januar var onki undantak. Vágs kommuna fekk í januar 3,6 mió. kr. í persónsskatti og er hetta 570.750 kr. ella 18,7% meiri enn í januar 2018.

Tað er kanska serliga Bakkafrost, sum hevur havt stóra ávirkan, og at tað aftur er møguleiki hjá fólki at fara til arbeiðis og vinna sær til lívsins uppihald, sigur Dennis Holm, borgarstjóri við heimasíðuna hjá kommununi.

Kommunan hevur í longri tíð havt eina góða gongd og hetta merkist eisini aftur á fólki, sum eru sera positiv um gongdina og um nýggja virksemi, sum er byrjað og fer ígongd í nærumhvørvinum í næstum, sigur borgarstjórin.

Øktu møguleikarnir fyri arbeiði gera eisini, at áhugin fyri at flyta til Vágs og til Suðuroynna er vaksandi og vit síggja eisini nýggjar tilflytarar hvønn mánað, heldur Dennis Holm.

Í fíggjarætlanini fyri 2019 er mett, at persónsskattainntøkurnar í 2019 verða áleið tær somu sum í 2018, so januar ber boð um eitt spennandi ár í væntu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder