Fríggjadagin 27. mai verður framsýning hjá Vágs kvøldskúla í fimleikahøllini í Vágs Skúla.
Framsyning er av handaliga tilvirkaðum lutum – veving og glaslist.
Næmingar, sum hava gingið til dugnaskapsskeið, fáa prógv handað, og tey, sum hava gingið til ættargransking sýna fram ættartalvur, skrivar Vágs kommuna.
Framsýningin er opin fríggjadagin 27. mai frá klokkan 15 til 17.30.
Skráin fyri dagin
Kl 15.00 Framsýningin er opin
Kl 15.20 Karin Brattaberg flytur fram røðu
Kl 15.30 Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsskeið
Kl 16.00 Kórið Ljómur syngur
Kl 16.45 Linedans
Kl 17.30 Letur framsýningin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald