Uttanlands

Vaksandi tal av koronasmittaðum í Noregi

Serliga í yngra ættarliðnum er smittan vaksandi

Í gjár vóru 83 innløgd á norskum sjúkrahúsum orsaka av korona. 24 av teimum lógu á intensivdeildum (Savnsmynd: EPA)

Í gjár vóru 83 innløgd á norskum sjúkrahúsum orsaka av korona. 24 av teimum lógu á intensivdeildum (Savnsmynd: EPA)

2021-09-02 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðsta samdøgrið eru staðfestir 1.640 nýggir koronatilburðir í Noregi. Hette eru 346 fleiri enn sama dag í síðstu viku, og næsthægsta talið higartil undir farsóttini.

Seinastu vikuna eru 1.385 tilburðir skrásettir í miðal í Noregi um dagin. Vikuna frammanundan var miðaltalið 820, so talið av smittaðum í Noregi er veksur nú við ferð.

Bara í høvuðsstaðnum Oslo vórðu skrásettir 548 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið. Hetta er í mun til 154 í miðal teir sjey dagarnar frammanundan.

Í gjár vóru 83 innløgd á sjúkrahúsi orsaka av korona. Hetta er tó seks færri enn dagin fyri. 24 av teimum lógu á intensivdeildum, harav 13 í andingartóli, skrivar NRK.

Tað er serliga í yngra ættarliðnum, at smittan økist. Í aldursbólkinum 13 til 19 ár øktist talið av smittaðum við 174 prosentum í síðstu viku, framgongur av eini frágreiðing frá heilsumyndugleikunum. Í aldursbólkinum 20 til 39 ár var vøksturin 95 prosent.

Tað sæst eisini á tølunum, at aldurin á teimum, ið verða innløgd við covid-19 er lækkandi. Av teimum 173 sjúklingunum, ið hava verið innlagdir á norskum sjúkrahúsum tær seinastu fýra vikurnar, eru 27,2 prosent í aldrinum 30 til 44 ár.

- Hetta er eitt sindur ørkymlandi, tí nógv av hesum eru ikki koppsett, sigur Espen Nakstad, varastjóri í norska heilsuverkinum.

Av teimum 109 sjúklingunum, ið vóru skrásettir í landsumfatandi skipanini yvir smittandi sjúkur, vóru 109 av 167 sjúklingum ikki koppsettir, 24 vóru partvíst koppsettir, meðan 34 vóru fult koppsettir.

- Av teimum fult koppsettu, eru tey flestu eldri fólk, sum hava aðrar sjúkur eisini. Tey, ið eru mest sjúk av hesum, eru tey, ið ikki eru koppsett, sigur Espen Nakstad við NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder