Innanlands

Vaktarskifti í Javnaðarflokkinum

Á landsfundi hjá flokkinum í gjár tók Jens Arni Leo Hammerfoss við sum 2. næstformaður, eftir at Jóna Ólavsdóttir, sum hevur røkt sessin farnu fimm árini, valdi ikki at stilla upp aftur

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

2023-05-21 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum var í Smæruni í Havn í gjár, tók Jens Arni Leo Hammerfoss við sum 2. næstformaður í flokkinum.

Hann tekur við eftir at Jóna Ólavsdóttir valdi ikki at stilla upp aftur, skrivar Javnaðarflokkurin.

– Vit hava í dag tosað um týdningin av at hava javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Hetta er eisini galdandi hjá mær. Mítt starv krevur, at eg eri nógv burturstødd, og tí noyðist eg at gera nakrar raðfestingar fyri at fáa alt at ganga upp, segði Jóna Ólavsdóttir m.a., tá hon legði frá sær.

Jóna Ólavsdóttir hevur verið 2. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum í fimm ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder