Uttanlands

Val í Noregi: Talið á brævatkøðum sett met

Mánadagin er val í Noregi, men 47,1 prosent av skrásettu veljarunum hava nýtt møguleikan at brævatkvøða

Arild Hermstad, formaður í Grøna flokkinum hevur verið á val í Oslo (Mynd: EPA)

Arild Hermstad, formaður í Grøna flokkinum hevur verið á val í Oslo (Mynd: EPA)

2025-09-06 18:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagur verður val til Stórtingið í Noregi, men tey, sum ikki hava møguleika at atkvøða á sjálvum valdegnum hava havt møguleikan at greiða brævatkvøðu síðan 1. juli, og hendan møguleikan hava nærum tvær milliónir norðmenn nýtt.

Tað skrivaðu norsku valmyndugleikarnir í morgun sambært Ritzau.

Hetta talið svarar til 47,1 prosent av teimum, sum hava valrætt í Noregi, og talið á brævatkvøðum hevur sett met.

Gamla metið var frá 2021, tá talið á brævatkvøðum var beint omanfyri 1,6 milliónir. Tá varð koronafarsóttin mett at vera orsøkin til, at 45 prosent av teimum, sum tá høvdu valrætt valdu at brævatkvøða.

Tilsamans 169 limir skulu veljast til Stórtingið, og valevni verða vald í 19 valdømum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder