Í dag skal fólkið í Simbabvi velja ímillum Emmerson Mnangagwa, núverandi forseta og Nelson Chamisa frá andstøðuni í landinum.
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at Robert Mugabe ikki er á vallistanum í Simbabvi, eftir at hann var tvingaður at leggja frá sær í fjør. Júst Mnangagwa, ið eisini verður kallaður Krokodillan var ímillum tey, sum koppaðu Mugabe, og Mugabe hevur sjálvur sagt í dag, at hann ikki fer at atkvøða fyri stjórnarflokkinum.
- Eg kann ikki atkvøða fyri teimum, sum hava valdið og hava skyldina av at eg eri í hesari støðuni, segði hann millum annað við BBC.
Sambært veljarakanningum verður tað Mnagagwa, ið vinnur valið, sum fyri fyrstu ferð í 15 ár, verður fylgt av eyðgleiðarum úr ES og USA. Men hóast útlendskan stuðul hevur stjórnin verið ákærd fyri valsvik av andstøðuni.
Munurin ímillum andstøðuvalevnið og stjórnarflokkin er sum skilst ikki so stórur, og tí kann tað henda at 40 ára gamli Nelson Chamisa gersts ynksti forsetin nakrantíð í landinum. Hann er leiðari fyri MDC (Movement for democratic change) og hevur millum annað lovað at reformera fíggjarlógina í landinum, men verður lastaður fyri at lova ov nógv. Eitt nú vil hann arbeiða fyri at olympisku leikirnar koma til Simbabvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald