Komandi vikuskifti, leygarkvøldið 17. apríl, verða fimm pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna.
Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar.
Bólkarnir, sum fara at manna hesar pallar, eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur Enni, og Hallur Joensen.
Konsertirnar vera skipaðar soleiðis, at tónleikararnir spæla tvær ferðir hálvan tíma í part, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar, skrivar Vestmanna kommuna.
Fyrsta konsertin, sum verður í kirkjuni, byrjar klokkan 20. Síðani byrja hinar konsertirnar við 20 minuttum millum hvørja. Seinna umfar byrjar klokkan 21.40.
Atgongumerki til Válan í Vestmanna kunnu keypast á atgongumerki.fo, og sambært Vestmanna kommunu gongst sera væl at selja atgongumerki.
Skráin
Vestmanna Kirkja – Bárður á Lakjuni
Bárður á Lakjuni er nógv at hoyra í loftmiðlinum við sangum sum Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur” fyri at nevna nakrar.
Vektarbúðin – Hanus Johansen
Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hann er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.
Disvoy – Finnur Koba
Grótharði Vestmenningin Finnur Koba er trubadururin á Disvoy hetta kvøldið. Sum sangari í Páll Finnur Páll hevur hann nógvar slagarar frá í ermuni, s.s. “Forelskaður sjónleikari”, “Eg fari mín egna veg” og “Býurin svevur”.
Staðið – Lív og Tróndur
Allan tann langa veg av Tvøroyri eru Lív Næs og Tróndur Enni komin. Hetta eru tvey nøvn, ið flest allir føroyingar kenna, við millum annað løgunum “Sveimandi” og “GRIND” og ikki minst “Lítli fuglur”, sum bleiv Ársins útvarpshitt 2021.
Bryggjan – Hallur Joensen
Hallur Joensen er okkara Countrykongur úr Klaksvík, sum fekk ársins FMA Áhoyraravirðisløn 2021. Hallur er tann, sum endar konsertrøðina hetta kvøldið á Brygguni við góðum countrytónum. Vit kenna øll m.a. sangirnar “Lívið er ein lítil løta”, “Mín vakra ljósa lilja” og “Gyltu ljósakrúnurnar”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald