Valdsskiftið er byrjað

Beint eftir klokkan níggju kom Bárður á Steig Nielsen niðan í løgtingið. Tað er partur av eini tilgongd, sum skal føra til, at samráðingarleiðari verður útnevndur, sum kann skipa nýggja samgonguflokk

Bárður á Steig Nielsen var klokkan níggju í morgun á fundi við løgtingsformannin í eini tilgongd at skipa nýggja landsstýrissamgongu. (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen var klokkan níggju í morgun á fundi við løgtingsformannin í eini tilgongd at skipa nýggja landsstýrissamgongu. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 09:18 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Á løgtingsvalinum 8. desembur gjørdist Javnaðarflokkurin stóri vinnarin. Í fystu atløgu var Bárður á Steig Nielsen sitandi sum løgmaður.

Leygardagin var Aksel Johannesen á fundi við løgmanni og gjørdi greitt, at Javnaðarflokkurin vildi hava samráðingarrættin. Hann gjørdi skjótt av og boðaði løgtingsformanninum frá, at hann legði frá sær.

Tað førir so við sær, at løgtingsformaðurin kallar formenninar til fundar í eini tilgongd at finna ein samráðingarleiðara, sum skal skipa nýggja samgongu. Tann tilgongdin byrjaði í morgun klokkan níggju, tá løgmaður kom í løgtingið og fór á fund við løgtingsformannin.

Á fundinum hevur løgmaður formliga handað løgtingsformanninum skriv, har hann boðar frá, at hann leggur frá sær. Afturfyri fekk hann skriv um, at hann var loystur úr starvi, meðan heitt varð á hann um at halda fram í starvsstjórn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder