2026-03-27 08:40
Fyrstu valplakatirnar eru longu tiknar niður eftir løgtingsvalið í gjár, men valevni hava fýra dagar til at taka plakatirnar niður, sambært vegleiðingina hjá Landsverki um valplakatir.
Eru plakatirnar ikki tiknar niður, fer løgreglan at seta seg í samband við valevnið, sum hevur ábyrgdina av plakatini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Er ein valplakat ikki tikin niður 12 tímar eftir, at løgreglan hevur kravt tað, kann løgreglan beina plakatina burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald