Innanlands

Valfundur í bygdahúsinum á Strondum í morgin

Luttakararnir eru í stóran mun úr lokalumhvørvinum. Eftir orðaskifti verður møguleiki at seta spurningar og síðani eisini at tosa við valevnini

Valfundurin í stórasalinum byrjar klokkan 20

Valfundurin í stórasalinum byrjar klokkan 20

2022-11-29 12:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Spennandi valfundur verður í stórasali í bygdahúsinum á Strondum í morgin, mikukvøldið 30. november klokkan 20.00.

Luttakarar á fundinum eru:

A: Eivind Jacobsen
B: Helgi Abrahamsen
C: Helga Bára Mohr Vang
D: Sámal Petur í Grund
E: Annita á Fríðriksmørk
F: Jákup Petur Eliassen
H: Ólavur í Geil

Skráin fyri kvøldið verður, at valevnini í fyrsta umfari sleppa at greiða veljaranum frá sínum boðskapi. Síðani verður orðaskifti millum pallborðsgestirnar, og at enda verður lagt upp til, at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til valevnini.

Aftaná fundin verður drekkamunnur við onkrum søtum afturvið, har fólk eisini fáa møguleikan at tosa við valevnini.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder