Innanlands

Valhølini lata upp klokkan 9

Fýra vikur langt tamt føroyskt valstríð um tveir fólkatingssessir er av

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-05 06:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var 7. mai um middagsleitið, at danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen skrivaði út val at vera á grundlógardegnum, 5. juni.

Og eftir fýra vikur langt valstríð lata valstøðini upp nú klokkan 9, og atkvøtt verður til klokkan 20 til steðgur kemur í.

Valstríðið má sigast at vera merkt av, at tað er eitt fólkatingsval beint áðrenn eitt løgtingsval. Fleiri lýsingar hava verið at sæð á føroysku netmiðlunum síðani valið varð útskrivað, men ikki fyrr enn hesar seinastu dagarnar eru nógvu plakatirnar at síggja í bygd og bý.

Fleiri veljarakanningar eru kunngjørdar seinastu dagarnar. Portalurin kunngjørdi í gjár eina kanning sum Spyr.fo gjørdi mánakvøldið. Hon peikaði á, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fóru at vinna fólkatingsseissirnar. Hinvegin var sera tætt millum flokkarnar, so tað er sera ringt at spáa um.

Les eisini: Lítið innihald í valstríðnum

Tilsamans 63 valevni stilla upp. Teir flokkarnir, sum hava flest valevni eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum hava 15 valevni hvør. Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava 13 valevni hvør, og Framsókn hevur 6 valevni, meðan Sjálvstýri hevur eitt.

Yvirlit sæst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder