2019-05-07 14:43
Veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo fyri einari viku síðani vísir, at vallutøkan ikki verður tann heilt stóra.
500 fólk vórðu spurd í kanningini, og heili 30,1% av teimum spurdu søgdu, at tey ikki ætlaðu sær á val. T.v.s. at valluttøkan hevði verið 69,9%.
Hetta er á leið sama valluttøka sum á fólkatingsvalinum í 2015 tá 65,6% vóru á vali.
Hóast hetta er áleið á sama støði sum seinasta fólkatingsval, so er hetta ein lág valluttøka um samanborið verður við løgtingsval. Til løgtingsvalið í 2015 var vallutøkan 88,8%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald