Innanlands

Valplakatir frá undanfarnum valum hingu uppi

Onkur stevnugestur hevur helst hildið tað verið stuttligt at skræða plakatir hjá Javnaðarflokkinum av endurnýttum plátum

2019-06-02 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Vilhelm stilar ikki upp” ljóðar yvirskriftin hjá Javnaðarflokkinum í kvøld. Orsøkin er, at valplakatir hjá flokkinum, í gjárkvøldið eru tiknar niður.

- Tá fólk vaknaðu í morgun aftaná eina góða stevnu, vóru plakatirnar hjá Javnaðarflokkinum tiknar niður, og valevni frá undanfarnu valum hingu uppi, skrivar flokkurin.

- Tað eru vit sjálvsagt sera hørm um, og tí fara vit enn einaferð at minna fólk á at virða fólkaræðið og fara væl við plakatunum hjá øllum flokkum, skrivar Javnaðarflokkurin.

Norðoya Javnaðarfelag hevur endurýtt gamlar plátur, og tí hingu onnur valevni frá undanfarnum valum innanfyri nýggju plakaturnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder