Uttanlands

Valstríðið í Noregi veruliga farið í gongd

Jonas Gahr Støre og Erna Solberg bjóða seg fram at standa á odda fyri norsku stjórnini

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2025-08-12 07:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Valstríðið í Noregi varð av álvara skotið í gongd í gjárkvøldið við einum orðaskifti í sjónvarpinum, og tað vóru bert tvey av valevnunum, sum bjóðaðu seg fram sum møguligur stjórnarleiðari.

Tað var núverandi statsministarin frá Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, og fyrrverandi frá flokkinum Høyre, Erna Solberg.

Forkvinnan í Fremsktidtspartiet, Sylvig Listhaug, bjóðaði seg ikki fram sum komandi stjórnarleiðara, hóast flokkurin í veljarakanningum stendur at gerast størsti borgarligi flokkur, skrivar DR.

Undir orðaskiftinum segði Listhaug tó, at “størsti flokkurin eigur at fáa stjórnarleiðaran”, og harvið fekk hon óbeinleiðis sagt, at hon ikki er heilt úti av myndini, sum møguligur komandi statsministari.

Stórtingsval verður í Noregi 8. september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder