Innanlands

Valstýrisformaðurin í Oyndarfirði fríkendur fyri valsvik

Tvey av trimum í dómsmansrættinum hildu ikki, at nóg nógv prógv vóru í málinum

Ein løgfrøðiligur dómari og tveir dómsmenn skuldu taka støðu. Tað er ein á freist á tvær vikur at skjóta málið inn fyri Eystara Landsrætt (Mynd: Føroya Rættur)

Ein løgfrøðiligur dómari og tveir dómsmenn skuldu taka støðu. Tað er ein á freist á tvær vikur at skjóta málið inn fyri Eystara Landsrætt (Mynd: Føroya Rættur)

2026-02-27 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dòmur er fyri løtu síðani sagdur í nógv umrødda málinum um møguligt valsvik í Oyndarfirði á kommunuvalinum í 2024.

Tað endaði við, at ákærdi maðurin varð fríkendur. Hetta skriva bæði Kringvarpið og Frihedsbrevet.

Tað var valstýrisformaðurin á staðnum, sum var ákærdur fyri at hava sett ein eyka kross á ein valseðla, so at hesin varð ógildaður.

Meirilutin í dómsmansrættinum helt tó ikki, at haldgóð prógv vóru fyri hesum. Í gjár varð ført fram, at teknisku kanningarnar ikki kundu geva 

Sambært miðlunum á staðnum vóru tað ein løgfrøðiligur dómari og tveir dómsmenn, sum skuldu taka støðu. Tveir av trimum dømdu frídøming, sum verjin hjá ákæra, Christian Andreasen, eisini kravdi.

Tað er ein á freist á tvær vikur at skjóta málið inn fyri Eystara Landsrætt. 

Málið um møguligt umval í Runavíkar kommunu liggur framvegis hjá dómsvaldinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder