Innanlands

Vánalig koyrilíkindi á fleiri vegastrekkjum í kvøld

Nogv jarðrok og vánaligt sýnið er í ælunum. Landsverk gavst at grava klokkan 21

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2023-03-13 21:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í kvøld eru vánalig koyrilíkindi kring landið.

Landsverk boðar frá, at tað er hált í støðum kring alt landið, og at nógv jarðrok og vánaligt sýni er í ælunum.

Koyrilíkindini eru vánalig á Vestmannavegnum, Sandavágsháls, Velbastaðháls og til Tjørnuvíkar í løtuni.

Maskinurnar hjá Landsverk góvust at grava klokkan 21. Byrjað verður aftur í morgin árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder