Vánaliga kyrran í vetur hevur darvað summun av leiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
Hetta merkist ójavnt kring landið, men sjálvsagt hevur vánalig kyrra størst ávirkan á smærru oyggjunum sum skipini hjá SSL sigla til.
Sum dømi kann nevnast at tað enn ikki hevur eydnast at fáa lastbilin til avgreiðsluna í Svínoy, út til arbeiðis enn. Ætlanin hevur frá byrjan av verið at bilurin skal fara út við Sam so skjótt sum tað viðrar, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.
Samferðsludeildin, sum varðar av avgreiðslunum kring landið, hevur í tøttum samstarvi við avgreiðslumenn og manning á Sam roynt fleiri ferðir at fáa skipa fyri farmatúri til Svínoyar men til fánýtis.
Vónandi fer hetta at eydnast í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald