Skúlablaðið: - Taka vit dátur úr ymsum kanningum ber til at fáa eina mynd av, hvussu lærarar hava tað. Eftir mínum tykki er tann myndin so mikið talandi, at tað er alneyðugt at gera neyvari kanningar av, hvussu støðan er millum lærarar í Føroyum, sigur Heri Joensen frá fyritøkuni Lóðri.
Lóður ger kanningar av ymiskum slagi; eitt nú hevur fyritøkan gjørt kanningar fyri almenn ráð, kommunur, fakfeløg, miðnámsskúlar og dagstovnar. Hyggja vit yvirskipað at høvuðsúrslitunum í nøkrum kanningum, dagar ein mynd fram, ið eigur at vekja ans. Í kanningini, sum Lóður gjørdi fyri Almannamálaráðið í 2021, luttóku fleiri enn 1000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18 til 75 ár og úr øllum yrkisbólkum. Tey vóru spurd, um tey hava verið fyri harðskapi, likamliga, kynsliga og sálarliga. Serliga sálarligur ágangur vísti seg at hava stóra ávirkan á liviumstøðurnar hjá fólki.
- Tá so nógv sum 21 prosent siga seg hava verið fyri sálarligum harðskapi og ágangi, og tøl úr útlendskum kanningum eisini benda á stór tøl, er tað alneyðugt at fara undir neyvari kanningar av viðurskiftunum. Avleiðingarnar av sálarligum harðskapi og ágangi eru so stórar fyri hvønn einstakan, at vit kunnu siga, at hann er oyðileggjandi og varandi.
Sálarligur harðskapur verður allýstur sum kúgan, mannminking og eyðmýking. Burtur úr kanningini frá 2021 kunnu vit lesa, at tey, sum eru fyri sálarligum, likamligum ella kynsligum harðskapi, hava ein lægri arbeiðsfrekvens; tað vil siga, at hevur tú verið fyri ágangi av hesum slagi, eru størri sannlíkindi fyri, at tú ikki ert partur av arbeiðsmarknaðinum. Tað kann vera, at tú verður fyritíðarpensjóneraður ella fært onkra almannaveiting.
- Tað, sum eisini sæst ógviliga týðiliga hjá nógvum teirra, sum hava verið fyri harðskapi og ágangi, er nógv verri trivnaður, størri einsemi, størri nýtsla av heilivági og so framvegis. Avleiðingarnar hjá nógvum av teimum, sum hava upplivað kúgan, mannminking og eyðmýking, vísa seg at vera varandi.
Er úrslitið av harðskapskanningini frá 2021 ørkymlandi, er happingarkanningin hjá Starvsfelagnum frá 2022 uppaftur meiri skelkandi. Í teirri kanningini siga 21 prosent av limunum í Starvsfelagnum, at teir hava verið fyri happing ella plágan (da: chikane) á arbeiðsplássinum. Samanbera vit við danska kanning av sama slag, er talan um trífalt so nógva happing í Føroyum sum í Danmark – 7 prosent samsvarandi 21 prosentum í Føroyum. Heri Joensen undrast á, at eitt so ógvisligt kanningarúrslit gevur so lítið afturljóð í miðlum og almenna rúminum.
- Hví talið er so høgt í Føroyum, er ilt at meta um. Er kanningin rætt gjørd, sum alt bendir á, at hon er, so er hetta eftir mínum tykki ein stór gøla, men tað, sum stendur eftir aftan á, at kanningin var almannakunngjørd, er, at úrslitið var lítið meiri enn ein søga. Spurningurin er ikki, um vit skulu gera nakað – men hvussu vit gera tað. Vit eiga at taka stigið víðari frá at staðfesta, at tað er ”galið”, til hvar, hví, hvat ávirkar og í hvønn mun.
Ikki bara henda einstaka kanningin, sum Starvsfelagið læt gera, men allar líknandi kanningar staðfesta aftur og aftur, at missurin ella avleiðingarnar av sálarligum harðskapi og ágangi eru ovurhonds stórar, vísir Heri Joensen á.
- Hyggja vit kalt og kyniskt at viðurskiftunum, so kostar sálarligur ágangur og mistrivnaður samfelagnum ógviliga nógv í krónum og oyrum og effektiviteti. Arbeiðsúrtøkan hjá fólki minkar, og tað sama ger hugurin hjá fólki at arbeiða. Haraftrat hevur tað við sær, at tey, sum eru fyri sálarligum harðskapi og ágangi, velja at siga seg úr starvi, sama hvussu væl útbúgvin tey eru. Henda gongd sæst aftur á øllum arbeiðsøkjum. Ein stórur partur av íløgunum, sum arbeiðspláss og samfelagið hava gjørt, kunnu tí fara fyri skeytið.
Les alla samrøðuna við Hera Joensen í Skúlablað nr 1, 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald