Innanlands

Vánaligt nýggjársveður

Í kvøld verður í støðum upp í 23 m/s

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-31 10:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki gott veður til fýrverk, bál og kyndlagongu, sum veðurstovurnar koma við í morgun.

Í kvøld verður í støðum upp í 23 m/s og tað verður eisini regn ella vátakavi, sigur føroyska veðurstovan.

Men tað kann vera ymiskt frá staði til tað. Hann er útnyrðingur í ættini og tað er ymiskt hvussu tað rakar.

Veðurstovan um nýggjársaftan 2025

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 5 til 8 stig. Seinnapartin veksandi upp í strúkur í vindi upp í skrið, og hann gongur upp í útnyrðing, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og ælaveður. Tað verður kaldari, millum 2 og 5 stig. Í kvøld veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s; í støðum eitt skiftið upp í 23 m/s. Skýggjað og regn ella vátakavi. Í nátt og fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og vátakavi ella kavi. Hitin millum -1 og 4 stig.

Síggj feskastu veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder