Uttanlands

Vance: Trump ynskir ikki eitt langt stríð

Umsitingin hjá Trump er takksom fyri arbeiðið hjá Elon Musk, sigur amerikanski varaforsetin

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

2025-06-12 10:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir ikki eitt langt stríð við ríkmannin Elon Musk, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance.

Vance sigur seg hava tosað við bæði Musk og Trump fyri at tryggja sær, at Musk framvegis stuðlar forsetanum, og leggur hann afturat, sambært Ritzau, at umsitingin hjá Trump er takksom fyri arbeiðið, sum Musk hevur gjørt fyri umsitingina.

Fram til síðst í mai mánað stóð Musk á odda fyri Department of Government Efficiency, eisini nevnd Doge, sum hevur til endamáls at fremja sparingar í almenna geiranum. Eisini var Musk ein stórur stuðul hjá Trump undir forsetavalstríðnum í fjør. 

Síðan Musk fór úr starvinum í umsitingini hjá Trump, hevur hann funnist hvassliga at amerikanska forsetanum á sosialu miðlinum X, m.a. hevur hann funnist at einum nýggjum lógarpakka hjá Trump, umframt at hann hevur hildið uppá, at Trump er nevndur í skjølunum um Jeffrey Epstein, sum í 2019 varð fongslaður í einum máli um misnýtslu av børnum.

Musk legði ikki fram nøkur prógv fyri uppáhaldið um, at Trump varð nevndur í Epstein-málinum, og tveir dagar seinni vórðu ákærurnar strikaðar av X.

Síðani hevur amerikanski forsetin sagt, at hann ikki vil tosa við Musk, og mikudagin segði Musk, at hann angrar fleiri av sínum útsøgnum um Trump í farnu viku.

– Eg angri nakrar av mínum dagføringum um Donald Trump forseta í farnu viku. Tær fóru ov langt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder