Innanlands

Vandi var fyri at Smaragd fór at søkka

Rak hart suður móti Mjóvanesi uttan maskinorku áðrenn tað eydnaðist at fáa ein enda á neyðstadda skipið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-05 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Støðan var alt annað enn vandaleys, tá Smaragd í sera ringum veðri í nátt sendi boð eftir hjálp, tí skipið var farið at leka.

Smaragd hevði verið til fiskiskap, og var statt nakað suður úr Borðoyanesi, tá teir um hálvgun tíggju tíðina í gjárkvøldið sendu boð eftir hjálp frá MRCC.

Veðrið var sera vánaligt. Hann var eystan og landnyðringureystan og tað rak upp móti ættini. Adurnar vóru høgar, um fimm metrar, sigur vakthavandi á MRCC.

Brimil var staddur á Fuglafirði, og var skjótur hjá trolaranum. Eisini bjargingarbáturin Ziska fór av Klaksvík til hjálpar.

Smaragd hevði fingið so mikið nógvan sjógv inn í maskinrúmi, at hann hvørki hevði framdrift ella pumpukraft. Veðrið var so mikið vánaligt, at tað heldur ikki bar til hjá Brimli ella Ziska at fáa pumpur umborð.

Smaragd rak suður móti Mjóvanesi, og støðan var so hættislig, at boð vóru send eftir bjargingartyrluni, um neyðugt var at taka menninar upp. Seks mans vóru við Smaragd henda túrin.

Men so eydnaðist tað at fáa ein enda á neyðstadda skipið, og farið var undir at sleipa Smaragd norður móti Borðoyanesi og inn á slættari sjógv. Komnir nakað inn á slætt gjørdist eisini møguligt at fáa pumpur og neyðaggregat umborð, og ringasti vandin var av.

Brúk varð ongantíð fyri tyrluni, og Smaragd kundi sleipast inn á Klaksvíkina. Teir komu til bryggju klokkan 03.20 í nátt, verður upplýst av MRCC.

Hildið verður, at eitt rør í maskinrúminum er brostið, og at tað er orsøkin til, at trolarin fór at taka sjógv inn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder