Innanlands

Vandin fyri coronavirusi í Føroyum er lítil

Shahin Gaini, serlækni, sigur at tað er lítil vandi fyri at coronavirus kemur til Føroya, men at vit mugu meta um dag til dag

Shahin Gaini (Skíggjamynd: Dagur og vika / KVF)

Shahin Gaini (Skíggjamynd: Dagur og vika / KVF)

2020-01-28 20:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyingar sum ikki hava samband við Kina ella við persón sum hevur coronavirius, skulu ikki hugsa um at tey kunnu fáa sjúkuna.

Hesum greiddi Shahin Gaini, serlækni, frá í Degi og viku í kvøld.

- Um man hevur verið og ferðast í Kina, serliga í umráðnum, sum sjúkan hevur verið staðfest, og fær fepur innan fyri 14 dagar eftir, at man er komin til Føroya, skal man seta seg í samband við lækna, segði Shahin Gaini.

4500 fólk eru higartil smittaði við coronavirusinum, og 100 hava latið lív. Hetta er fyri tað mesta í Kina, og tí er vandin ikki so stórur fyri, at vit fara at síggja nakran tilburð í Føroyum.

- Vandin er lítil, men tað er nakað sum vit mugu meta um dag til dag, viku til viku. Eingin veit hvat hendir næstu tíðiuna, og tað er tí, at hetta má takast í álvara, segði serlæknin.

Danskir miðlar vita í dag, at ein persónur í løtuni er innlagdur á sjúkrahúsi í Aarhus, og illgruni er um, at hann er smittaður. Í morgin verður greitt um tað er so.

- Um tað koma nógvir tilburðir í Evropa, har fleiri føroyingar ferðast, so eru sannlíkindini fyri at ein føroyingur verður smittaður størri í mun til hvussu nógvir føroyingar ferðast til Kina, segði Shahin Gaini við Dag og viku.

- Eg haldi ikki man skal vera bangin. Man skal taka tað í álvara og fyrireika seg væl og tað er tað man roynir at gera, segði Shahin Gaini, og sipar til at myndugleikarnir skulu fyrireika seg.

Les eisini: Fepur, hosti og leyst lív: Her eur sjúkueyðkennini av coronavirusinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder