Innanlands

Vantandi trygdarbelti á Toftum og rúsdrekkakoyring í Havn

Tað kostar dýrt, um eitt barn ikki situr í trygdarbelti

Málrættað átak var við skúlan á Toftum í gjár. Í flestu av teimum 30 bilunum var alt í lagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Málrættað átak var við skúlan á Toftum í gjár. Í flestu av teimum 30 bilunum var alt í lagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-11 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki bert ferð, sum løgreglan og ymisku patruljurnar høvdu at taka sær av í gjár, hósdagin.

Sí eisini: Ferðmikil hósdagur ymsastaðni í landinum

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at eitt málrættað átak var við skúlan á Toftum í gjár.

Tað er ikki heilt óvanligt, at patruljir eru úti við skúlar - serliga fyri at tryggja at børn sita í trygdarbelti í morgunferðsluni.

Av teimum beint yvir 30 bilunum, ið vórðu steðgaðir, var tað í tveimum teirra so, at eitt barn ikki sat í trygdarbelti. Hetta kostar klipp og bót.

Sí eisini: Fleiri børn á Strondum ikki rætt íbundin

Eitt mál var eisini seinnapartin í Havn. Ein persónur varð steðgaður, tí illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður. Ein blóðroynd var tikin, og fær viðkomandi helst klipp og bót. 

Tað varð ikki gjørt greitt, um talan var um rúsdrekka ella rúsevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder